Føst áfylling
Visti tú, at vit veita fasta áfylling? So sleppa tit frá at ringja til okkara, tá ið tangin er um at vera tómur.
Hví fasta áfylling?
Altíð fullan tanga
Vit tryggja, at tit ongantíð
standa og mangla olju.
Altíð lægsta prísin
Tit tryggja tykkum lægsta prísin – 12 dagar áðrenn og 12 dagar aftan á áfylling.
Altíð sama gjald
Ongar knappligar oljurokningar.
Tit rinda tað sama hvønn mánað.
Hvussu gongur
tað fyri seg?
Tit geva okkum upplýsingar um fyritøkuna og bústsað, sum vit síðani skráseta í okkara skipan.
Vit gera síðani útrokningar út frá stødd á tanga, miðalnýtslu av olju umframt veðri og vindi.
So vita vit – og tit – akkurát nær og hvar, vit koma og fylla í oljutangan.
Betri fyri umhvørvið
Tá ið tit hava fasta áfylling, taka tit eisini hond um umhvørvið. Tit hjálpa okkum nemliga við at leggja koyringina til rættis, so at vit vita akkurát hvar og nær, vit skulu fylla á tangarnar kring landið – heldur enn at vit skulu koyra úr Signabø til Argir fyri síðani at fáa eina uppringing úr Kollafirði um at koma norðuraftur at fylla á.
Sostatt lættir hetta eisini um hjá okkara tangabilførarum, sum harvið kunnu arbeiða eftir føstum arbeiðstíðum.
Vilja tit hava
fasta áfylling?
Set teg í samband við okkum