Stuðul
Magn veitir stuðul til vælgerandi endamál.
Les tekstin niðanfyri, áðrenn tú møguliga søkir um fíggjarligan stuðul. Tryggja tær, at tú lýkur allar treytir, ið verða settar umsøkjarum.
Magn arbeiðir og veitir tænastur í nærumhvørvinum, og tí vil felagið fegið veita stuðul í nærumhvørvi okkara í Føroyum í tann mun, felagið metir seg at kunna stuðla.
Stuðul verður veittur felagsskapum, bólkum og einstaklingum, ið virka fyri ella skipa fyri tiltøkum, sum kunnu metast at vera vælgerandi.
Sum Magn sær vælgerandi virksemi, so merkir tað, at virksemið ikki er av vinnuligum slag, at tað er non-profit (ongin privatur fær ágóða ella avlop), og harumframt at so nógvir av landsins borgarum sum yvirhøvur gjørligt kunnu fáa gleði av stuðlinum.
Legg til merkis, at stuðul frá Magn verður ikki latin fyritøkum, smápartafeløgum ella øðrum samtøkum, har privat hava framíhjárætt. Sum meginreglu veitir Magn heldur ikki skúlaflokkum fíggjarligan stuðul. Stuðul verður heldur ikki latin til keyp av lutaseðlum, keyp av fløgum, bókum, álmanakkum ella líknandi.
Magn viðger ikki munnligar umsóknir um fíggjarligan stuðul. Vit kunnu bert standa inni fyri at viðgera skrivligar umsóknir, har vit greitt síggja, hvat endamál stuðulin fer til.
Umsøkjarar skulu søkja um stuðul á umsóknarskjalinum vinstrumegin, annars verður umsóknin ikki viðgjørd. Her eru formkrøvini til stuðulsumsóknir:
- Upplýs avsendara við fullari adressu + ábyrgdarpersón v. telefonnummari og teldupostadressu
- Lýs hvat virksemið/tiltakið snýr seg um
- Lýs stutt endamálið við tiltakinum
- Lýs málbólkin og greið stutt frá, hvør fær ella kann hugsast at fáa ágóðan og inntøkuna av virkseminum/tiltakinum
- Greið frá á hvønn hátt, virksemið er vælgerandi
- Upplýs hvat verður gjørt við møguligt avlop av virkseminum/tiltakinum
- Upplýs stødd á peningaupphædd, ið søkt verður um
- Upplýs um stuðul eisini verður søktur frá øðrum enn Magn og, um so er, hvaðani stuðul verður søktur
- Kom við einum væl umhugsaðum boði uppá, um og hvussu stuðulin kann verða til fyrimuns fyri Magn
- Allar innkomnar umsóknir verða viðgjørdar fyrsta týsdag í hvørjum ársfjórðingi.
Umsóknir til tiltøk, ið liggja minni enn 30 dagar frá umsóknardegnum, verða ikki viðgjørdar.
Magn tilskilar sær rætt til at velja frítt millum allar innkomnar umsóknir.
Minst til, at tað er ikki ein sjálvfylgja, at allar umsóknir verða játtaðar, tí samlaða stuðulsupphæddin er avmarkað.