Health, Safety,
Environment
and Quality
Magn vil við einum virknum politikki innan HSEQ (heilsu, trygd, umhvørvi og góðsku) vísa, hvørji krøv felagið setir sær sjálvum, og hvussu felagið vil tryggja, at øll HSEQ viðurskifti verða tikin í størsta álvara.
HSEQ politikkur:
- Áhaldandi at stremba eftir, at okkara virksemi ikki ger skaða á fólk, ognir ella umhvørvi.
- At vit altíð hava neyðuga vitan, førleika og tilfeingi til at liva upp til krøv og ynskir frá okkara kundum og myndugleikum.
- At vit áhaldandi miða eftir at minka um umhvørvisárinið av okkara virksemi, og í fyritøkuni stuðla undir ein hugburð um skynsemi í sambandi við vanda fyri dálking og nýtslu av tilfeingi.
- At altíð hava hóskandi tilbúgving samsvarandi okkara virksemi.
- At vit seta somu krøv til samstarvsfelagar og arbeiðstakarar okkara, sum til okkum sjálvi.
Gyltar reglur:
Magn hevur ásett nakrar gyltar reglur. Hesar hava við okkara atburð at gera, og í øllum vit takast við. Gyltu reglurnar siga í stuttum, at vit á Magn:
- Halda allar lógir og fylgja Magn reglum og vegleiðingum.
- Leggja uppí, tá eitthvørt ikki er trygt, ella um ikki verður borið rætt at.
- Hava virðing fyri øllum okkara grannum.
Mál:
Vit á Magn seta okkum árliga nýggj og avbjóðandi mál innan HSEQ. Hesi skulu kunna mátast og vera kend av øllum okkara starvsfólkum. HSEQ politikkurin hjá Magn verður settur í verk við at:
- Øll starvsfólk taka lut í og leggja seg eftir støðugt at betra um okkara tænastur.
- Øll starvsfólk kenna sína ábyrgd og arbeiða samsvarandi.
- Magn tryggjar, at øll starvsfólk fáa neyðuga upplæring og kunning, fyri støðugt at mennast og gerast betur.
- At vit hava mannagongdir, ið stuðla undir okkara HSEQ politikk.
- At tað í okkara dagliga virksemi er lætt at fráboða viðurskifti innan HSEQ, ið ikki eru í lagi.