Um Magn

Søgan

Magn byrjaði í 1925, tá Christian Holm Jacobsen byrjaði sítt virksemi sum Shell umboð í Føroyum.

Fyrsta árið - frá 27. mai til 31. desember 1925 - seldi Christian Holm Jacobsen samantalt 957 tunnur av olju frá Shell til føroyingar fyri tilsamans 50.304,52 krónur. Tað gekk skjótt framá at selja Shell-olju í Føroyum. 10 ár seinni - í 1935 - var árliga sølan 13.443½ tunnur, stendur í uppskrivingarbókini hjá Christiani Holm Jacobsen.

Hann hevði tikið kappingina upp við Det Danske Petroleums Aktieselskab, DDPA, sum frammanundan var umboðað í Føroyum, og sum seinni bleiv til Esso.

Christian Holm Jacobsen umboðaði Shell umvegis A/S Dansk-Engelsk Benzin og Petroleums Co., sum Shell í Bretlandi átti meginpartin av, og sostatt vóru tað tey fyrstu árini í føroyskari oljusøgu hetta felagið og DDPA, sum kappaðust á føroyska marknaðinum.

Oljutunnurnar, sum vórðu innfluttar, vórðu skipaðar upp á sonevndu Shellbrúnna, sum nú liggur undir Vestaru Bryggju. Fyrst í tríatiárunum varð útbygt við oljutangum á Viðarnesi og aðrastaðni kring landið, og 17. oktober 1934 kom tann fyrsti oljufarmurin, sum varð fluttur við tangaskipi, til Føroyar. Christian Holm Jacobsen hevði eisini tunnugoymslu á Viðarnesi, har høvuðsskrivstovan hjá Magn er í dag.

Krígsárini - 1940-1945 - tryggjaði Ministry of Fuel í London føroyingum olju. Shell í London og Shell-umboðið í Føroyum bóru so í bandi, at føroysk viðskiftafólk hjá bæði DDPA og Shell fingu so nógva olju, sum teimum tørvaði.

Christian Holm Jacobsen gavst sum umboðsmaður hjá Shell í 1953, og tá varð Shell í Føroyum umskipað til eina deild undir A/S Dansk Shell.

Shell í Danmark setti Conrad Joensen sum stjóra í Shell í Føroyum 1. januar 1954, og hann sat sum stjóri, til Hjarnar Djurhuus tók við stjórastarvinum í 1969.

29. mai 2007 bleiv Shell Føroyar selt úr Shell Group til P/F Fonns. Felagið skifti navn til P/F Føroya Hedda, men helt annars fram við virkseminum sum Shell umboð í Føroyum.

1. apríl 2009 skifti felagið navn frá P/F Føroya Hedda til P/F Magn, men eins og áður er felagið framhaldandi einaumboð av Shell vørum í Føroyum. Í mai 2009 varð Magn enn eina ferð selt. Hesa ferð til Hedda Eignarhaldsfelag.

Virksemið á Magn er nógv voksið síðan Christian Holm Jacobsen í 1925 legði lunnar undir felagið. Felagið bygdi sína fyrstu Magn støð á Frælsinum (tá undir navninum Shell), og hon læt upp ólavsøkuaftan 1970. Í dag eru 11 Magn-støðir kring landið. Magn hevur høvuðsskrivstovu á Viðarnesi í Tórshavn. Felagið hevur 14 tangabilar sum hvønn dag koyra olju til skip, virkir og húsarhald kring alt landið, eina landsumfatandi hitatænastu, og last og vørubilar sum tryggja smyrjiolju veitingar og aðrar veitingar kring Føroya land.

Hjá Magn starvast uml. 155 starvsfólk, og svarar hetta til 91 ársverk.

Kontunummur

BETRI BANKI

Kontunummar: 9181 - 226.815.0
IBAN: FO86 9181 0002 268150
BIC/SWIFT: EIKBFOTF

BANK NORDIK

Kontunummar: 6460 - 220.323.7

NORÐOYA SPARIKASSI

Kontunummar: 9865 - 185.200.5

SUÐUROYAR SPARIKASSI

Kontunummar: 9870 - 100.094.3