Oljutangar

Tangar og tangastøddir

Til sethús eru vanliga tvey sløg av tangum í at velja: jørðtangar, ið eru egnaðir til at verða niðurgrivnir og innitangar, sum kunnu standa innandura t.d. í einum kjallara.

Mest vanligu tangarnir til sethús eru:

  • Uttanduratangi 1500 litur, klæddur við glasfibur. Mát: diametur 95 cm, longd 225 cm.
  • Innanduratangi 1200 litur, klæddur við glasfibur. Mát: longd 152 cm, breidd 67 cm og hædd 157 cm.

Oljutangar og trygd

Í sambandi við sethúsabygging ella útskifting av oljutanga er av alstórum týdningi, at arbeiðið verður gjørt av fakfólki og at vegleiðingin frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum verður fylgd neyvt.Vegleiðingin fevnir millum annað um staðseting av tanga, hvussu jørðtangar skulu tyrvast, hvussu rørføringin skal gerast og hvørji trygdarviðurskifti skulu vera í lagi soleiðis, at minkast kann um vandan fyri yvirfylling. Allir tangar skulu vera góðkendir til goymslu av olju, og hesum ásetingar kenna og fylgja føroyskir framleiðarar av tangum.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið: Vegleiðing at seta upp oljutangar

Nær er oljutangin ov gamal?

Tað kann vera vandi fyri, at ein oljutangi fer at leka við skaðafylgjum fyri umhvørvið og tína ogn. Bestu ráðini fyri at fyribyrgja hesum, eru at fylgja ásetingunum um livitíð av tanganum – jú eldri tangin er, jú størri er vandin.

Niðanfyri sæst vegleiðandi livitíðin fyri teir mest nýttu tangarnar.

Niðurgrivnir tangar:

  • Stáltangi - sí kungerðina fyri oljutangar
  • Glastrevjaklæddur stáltangi 40 ár
  • Plasttangi 45 ár

Yvir jørð:

  • Stáltangi 30 ár
  • Einkultveggjaður plasttangi 25 ár
  • Dupultveggjaður plasttangi 40 ár

Tað finst ongin einfaldur og tryggur háttur at kanna standin á tangum. Niðurgrivnir tangar eru truplir at sleppa til, og fyri innitangar er galdandi, at tangin kann fyri tað síggja gott út útvendiga, hóast tering innaní. Tí er tilráðingin um livitíðina besta boðið.

Umhugsar tú at skifta tanga, so vísir Magn til entreprenørar og líknandi arbeiðstakarar, sum bjóða seg til at taka sær av tangaskifti fyri fólk.

Á leinkjuni niðanfyri er møguligt at lesa galdandi kunngerð fyri oljutangar.

Løgtingslógarkunngerðin um fyribyrging av dálking frá oljutangum (logir.fo)

Skulu vit hyggja upp á oljutangan?

Set teg í samband við okkum