Misvísandi grein um vinningsbýti frá oljufeløgunum

Greinin fra Eiriki Lindenskov á in.fo í gjár kann ikki standa ósvarað. Greinin teknar eina mynd av at oljufeløgini taka sær sjálvum ein okursvinning fyri at fíggja okurs vinningsbýti til tess eigarar.

Misvísandi grein um vinningsbýti frá oljufeløgunum

Greinin fra Eiriki Lindenskov á in.fo í gjár kann ikki standa ósvarað. Greinin teknar eina mynd av at oljufeløgini taka sær sjálvum ein okursvinning fyri at fíggja okurs vinningsbýti til tess eigarar.

Rætt er at Magn lat eitt vinningsbýti fyri árið 2022, men hetta vinningsbýtið var eitt internt vinningsbýti frá einum dótturfelagi (Magn) til móðurfelagið (Sp/f Orkufelagið) og bleiv hetta vinningsbýtið latið í samband við umlegging av skuld hjá konsernini hjá Orkufelagnum.

Eigararnir av Orkufelagnum, harav undirritaði er ein teirra, hava ikki móttikið nakað vinningsbýtið síðan Orkufelagið keypti Magn við ársbyrjan 2022.

Harnæst nevnir greinin hjá Eiriki at oljufeløgini hava “lagt upp fyri” tí høga oljuprísinum sum ráddi á marknaðinum fyri tað mesta av 2022. Hetta er heldur ikki rætt. Magn hevði eina marginu eftir skatt uppa 3,2% av umsetninginum fyri 2022 meðan tilsvarandi tal fyri 2021 var 5%. Gamaní øktist yvirskotið eftir skatt hja Magn við 4 mió kr í mun til 2021, men hetta skal síggjast í mun til ein umsetning sum øktist úr 893 mió kr í 2021 til 1.493 mió kr í 2022 - altso øktist umsetningurin við einari hálvari milliard bæði orsakað av hægri oljuprísi á verðinsmarknaðinum og orsakað av hægri nøgd av seldari olju.

At hava eina marginu eftir skatt uppá 3,2% kann valla kallast at “leggja uppfyri” og er hetta ein munandi lægri margina enn hjá flest øllum øðrum størri fyritøkum i Føroyum.


Í hesum samanhanginum er eisini vert at nevna at fyri hvørja krónu sum Magn fekk i yvirskoti í 2022 fóru nærum 5 krónur i landskassan í olju, diesel og bensin avgjøldum umframt MVG.


Vinarliga

Teitur Poulsen
Nevndarformaður i P/f Magn og Sp/f Orkufelagnum

Deila