E10 bensin í staðin fyri Blýfrítt 95 

Komandi vikurnar kemur E10 bensin í staðin fyri blýfrítt 95 bensin á Magnstøðunum kring landið. Endamálið viðhesum skifti er, at flutningur skal gerast grønari. Hetta hevur tó ikki stórvegis praktiskan týdning fyri bilførarar.

E10 bensin í staðin fyri Blýfrítt 95 

Komandi vikurnar kemur E10 bensin í staðin fyri blýfrítt 95 bensin á Magnstøðunum kring landið. Endamálið viðhesum skifti er, at flutningur skal gerast grønari. Hetta hevur tó ikki stórvegis praktiskan týdning fyri bilførarar. 

Heitið E10 vísir tilmongdina av etanoli í bensininum. E10 inniheldur 10% av etanoli, ið verður blandað í bensinið. 

Allarflestu bensinbilareru góðkendir at koyra uppá E10. Tískil kanst tú fylla á bilin júst, sum tú plagar. E10 kann tó hava avbjóðingar fyri eldri bilar, motorsúkklur, skutarar, prutl, bátamotorar og bensinrikin havaamboð so sum sláimaskinur. 

Eldri bilar eru í flestuførum ikki góðkendir at nýta E10, av tí at innihaldið av etanoli kann ávirka tilfarið í brennievnisskipanini. Hevur tú ein bil frá 2011 ella nýggjari, er bilurin góðkendur at nýta E10. Um tú sum brúkari ert í iva, um tín bilur tolir E10, mást tú seta teg í samband við tína bilasølu ella kanna handbókina á bilinum. Eisini ber til at hyggja at hesum listanum, ið varð gjørdur, tá lagt bleiv um til E10 í Danmark:

https://www.drivkraftdanmark.dk/wp-content/uploads/2019/11/Tjekliste-E10-biler-og-motorcykler.pdf  

Hevur tú ein dieselbil, hevur hetta ikki týdning fyri teg.

Tá tú fyllir E10 bensin á bilin fyrstu ferð, er umráðandi, at tangin á bilinum í mestan mun er tómur. Hetta orsakað av, at tað ávirkar góðskuna á E10 bensininum, um tað verður blandað við blýfrítt 95.  

Tað verður fráboðað á heimasíðuni hjá Magn og frámerkt á pumpunum á Magnstøðunum, so hvørt sum støðirnar skifta til E10.

E10 bensin á smærri maskinur og bátar
Av tí at etanol kann oyðileggja ávísar motorlutir í brennievnisskipanini, er umráðandi at vera umhugsin, áðrenn tú fyllir E10 bensin á bátin ella maskinuna. Kanna brúkarahandbókina ella ráðfør teg við framleiðaran, um brennievnisskipanin, brennievnistangin og slangur hóska til E10 bensinið.  

E10 hevur lyndi til at súgva vætu úr luftini til sín. Hetta kann hava við sær, at góðskan á brennievninum minkar, umframt at rustur kann koma í brennievnisskipanina. Hetta er serliga galdandi, um nýtslan er lítil, og bensinið liggur ov leingi í tanganum. Hetta kann til dømis vera á bátum og smærri havaamboðum við motori. Tískil er tað eitt gott hugskot at tøma tangan heilt, um maskinan ikki verður brúkt í eitt longri tíðarskeið. Tá er eisini umráðandi at tryggja, at tangin er turrur, áðrenn fylt verður á aftur. Ein onnur loysn er at fylla tangan heilt og síðani steingja fyri útluftingini á tanganum. Hetta fyri at tryggja, at bensinið í minsta mun kemur í samband við luft, og harvið vætu, sum er í luftini.

Deila