Spariráð

Olja og bensin hoyra til teir tungu útreiðslupostarnar hjá flestu húskjum. Tí er snilt at avmarka nýtsluna.

spard króna er vunnin króna

Hvussu fært tú sum mest burtur úr olju og bensini ávíkavist heima, og tá tú koyrir bil? Í øllum sínum einfaldni snýr tað seg um, at vit sum privatir oljubrúkarar og bilførarar hugsa okkum um. Við spariráðunum kanst tú minna teg á, hvussu tú sparir orku og pengar - uttan at tit sita køld heima, og uttan at tit eru til ampa í ferðsluni.

Spariráð til heimið

Endamálið við ráðunum er, at tú skalt kunna spara olju, men samstundis hava tað heitt og fjálgt inni.Oftast snýr tað seg bara um at hugsa seg um, og við spariráðunum kanst tú hvønn dag minna teg á, hvussu tú sparir olju uttan at sita kaldur.

1. Fylg við hitanum í húsinum

Fyri hvørt hitastig, tað verður kaldari inni, sparir tú fimm prosent. Tað nýtist ikki at vera heitari enn 21 stig í rúmum, har tú ofta heldur til. Skrúva hitan eitt sindur fyri um náttina og tá tú ert úti - tó ikki meiri enn fýra stig, tí annars verður ov dýrt at hita uppaftur.

2. Spar heitt vatn

Tað er kostnaðarmikið at hita vatn. Far t.d. undir brúsuna ístaðin fyri í baðikarið. Eitt baðikar tekur umleið 180 litrar, og ein brúsa nýtir á leið 10 litrar um minuttin.

3. Skrúva hitan fyri undir útlufting

Lufta heldur stutt út nakrar ferðir um dagin, heldur enn at hava vindeygu opin allan dagin. Minst til at skrúva termostatarnar fyri, tí annars seta termostatarnir hitan upp beinanvegin. Lat eisini hurðarnar aftur.

4. Bjálva húsini væl

Stórur orkumissur er í illa bjálvaðum húsum. Bjálving er ein eingangsíløga, sum er skjót at vinna aftur, og er ein varandi sparing. Bjálva loft, kjallara, veggir, vatntanga og rør. Minst eisini til at tætta fugur runt hurðar og vindeygu, tí trekkur elvir til stóra meirnýtslu.

5. Skift ótøtt vindeygu og gløs

Vindeygu kunnu vera ein stórur orkumissur. Tí loysir seg ofta at skifta til orkugløs, um tú hevur ótøtt, gomul ella punkterað gløs, ella um stakrútar eru í vindeygunum. Orkugløs gera, at hitin sleppur inn, og forðar fyri, at hitin í rúminum sleppur út.

6. Kanna ketil og oljufýr

Eldri ketlar gagnnýta bert umleið 70-75 prosent av orkuni, meðan nýggir brúka uml. 90-100 prosent. Stórur orku- og hitamissur er í ketlum, sum ikki verða reinsaðir, og oljufýrum, sum ikki verða stillað. Einans tveir millimetrar av sóti í ketlinum hava við sær, at oljunýtslan økist átta prosent. Um oljufýrið steðgar í heilum, kostar tað eyka, hvørja ferð húsið skal hitast uppaftur.

Spariráð til bilin

Endamálið við ráðunum er, at tú skalt kunna koyra bil púra vanliga og kortini spara útreiðslur til brennievni.

1. Slepp undan harðligari koyring

Harðlig koyring kann økja um brennievnisnýtsluna við heilum triðingi í mun til varðliga koyring. Lat vera við at økja um ferðina ella bremsa harðliga. Snara róðrinum sum minst.

2. Koyr í hægri gervi

Tess hægri gervi, tess lægri snúningsferð á motorinum, tess minni brennievnisnýtsla. Skift í hægri gerv, tá tú kanst, uttan at overva motorin.

3. Sløkk motorin, tá tú stendur stillur

Tómgongd brúkar brennievni. Sløkk motorin tá tú bíðar eftir onkrum, og tendra ikki aftur fyrr enn tað er neyðugt.

4. Koyr hóvliga

Meira ferð økir luftmótstøðuna, ið krevur meiri brennievnisnýtslu fyri at halda ferðini. Ansa eftir, at snúningsmátarin ikki fer upp í tað reyða økið.

5. Koyr sum minst í meldurtíð

Slepp tær undan at koyra í nógvar ferðslu. Minni bíðitíð merkir, at tú sparir bensin.

6. Halt javna ferð

Heldur enn at seta motorin í frígervi í undanbrekku, eigur tú at varðveita sama snúningstalið. Tað merkir, at tú vinnur ferð, sum skal gagnnýtast heilt orkurætt, um tú seinni skalt í mótbrekku.

7. Stilla motorin

Kanna og innstilla motorin. Ein rætt innstillaður motorur kann minka nýtsluna við upp til 4 prosentum. Skift tí olju og akta tilráðingunum frá bilframleiðaranum um serviceeftirlit.

8. Rætt dekktrýst

Dekk við røttum lufttrýsti eru tryggari og halda longur. 1 psi ov lágt dekktrýst kann økja brennievnisnýtsluna 3 prosent. Vandi fyri breki er altíð størri á dekkum við ov høgum ella ov lágum dekktrýsti.

9. Ansa eftir vektini

Hvørji 45 kg í bilinum kunnu økja brennievnisnýtsluna við 1-2 prosentum. Tak óneyðugar lutir ella viðføri, ið økja um vektina, úr bilinum.

10. Lat vindeyguni aftur

Vindur, ið blæsir inn gjøgnum eitt opið vindeyga, minkar ferðina á bilinum. Um tú trýstir eitt sindur eyka á speedaran fyri at fáa ferð á aftur, økist nýtslan sjálvandi.

11. Brúka rætta olju

Nýt altíð ta av framleiðaranum viðmæltu dygdaroljuna, tí hon kann minka brennievnisnýtsluna 1-2 prosent. Betri motorolja kann eisini betra um motordygdina.

12. Kanna luftfiltrini

Luftfiltrini halda óreinsku burturi, so motorurin ikki fær skaða. Við at skifta eitt typt luftfiltur kanst tú minka um brennievnisnýtsluna upp til 10 prosent og samstundis verja motorin.