Tíðindaskriv 17. juni 2016:

Magn:

Okkara prísir eru kappingarførir

Magn er sera ónøgt við kanningina av prísunum hjá føroysku oljufeløgunum, sum Kappingareftirlitið júst hevur almannakunngjørt. Kanningin er fakliga illa frágingin og niðurstøðurnar beinleiðis skeivar, sigur Hendrik Egholm, stjóri í Magn.

- Seinastu tíggju árini hava vit spart føroyska samfelagnum fyri minst 750 milliónir krónur samanborið við donsku prísirnar á brennievni.
- Føroysku húsarhaldini skulu gjalda nógv minni fyri gassolju til upphiting enn donsku húsarhaldini.
- Føroysku oljuprísirnir sveiggja í takt við prísirnar á altjóða oljumarknaðinum.
- Føroysku oljufeløgini hava eitt vanligt avkast í mun til útlendskar og føroyskar fyritøkur.
- Og vit hava sjálvboðin átikið okkum eina veitingarskyldu, sum tryggjar, at fólk allastaðir í landinum fáa brennievni fyri neyvt sama prís.

Soleiðis heldur Hendrik Egholm, stjóri í Magn, at kanningin, sum Kappingareftirlitið nú almannakunnger um prísirnar á brennievni og kappingina millum oljufeløgini í Føroyum, best kann samanfatast.

Og tí ørkymlar tað hann, at niðurstøðurnar hjá Kappingareftirlitinum kortini venda tummilin niður á snøgt sagt øllum økjum.

"Sanna myndin er, at vit væl og virðiliga eru kappingarfør, og tað kunnu vit skjalprógva. Føroyska gassoljan er nógv bíligari enn tann danska, og samanlagt er alt oljubrennievni bíligari í Føroyum enn í Danmark – eisini tá tølini eru reinsað fyri skattir og avgjøld. Hetta staðfesti Kappingareftirlitið sjálvt í kanning frá 2013. Oljan er helst einasta týdningarmikla vøra hjá føroyingum, sum samanlagt er bíligari í Føroyum enn í Danmark", sigur Hendrik Egholm.

Tað, sum serliga harmar hann, er, at kanningin hjá Kappingareftirlitinum er so út av lagi illa frágingin, at hon als ikki lýkur grundleggjandi faklig krøv.

"Tað gevur at bíta, tá vit hyggja eftir høvuðskelduni til alt talgrundarlagið, sum tað er, hjá Kappingareftirlitinum. Høvuðskeldan er EU Oil Bulletin hjá ES, og har kann eg bara vísa á, at EU Oil Bulletin sjálvt ávarar ímóti at leggja ov stórt trúvirði í teirra talfar og yvirhøvur at brúka tað í samanberingum, tí kvaliteturin og harvið trúvirðið í innsavnaða datatilfarinum er avmarkað. Hesum hava vit skjalprógv fyri."

"Vit hava eina serstøðu sum duopol, og tí er tað í fínasta lagi, at vit alla tíðina verða eftirhugd, vigað og kannað, og at vit hava eitt alment kappingareftirlit at røkja ta uppgávuna. Men tað harmar okkum, tá Kappingareftirlitið brúkar eina so fakliga illa grundaða kanning sum hesa seinastu til at seta okkum í ringt ljós – og tað av órøttum, tí tølini í kanningini eru skeiv, og tískil eru niðurstøðurnar í kanningini sjálvsagt eisini skeivar. Rætta niðurstøðan er, at føroyska samfelagið seinastu tíggju árini hevur spart 3/4 milliard krónur vegna kappingarførar prísir sammett við Danmark", sigur Hendrik Egholm.

"Tá skeivu niðurstøðurnar hjá Kappingareftirlitinum síðani verða nýttar sum grundarlag undir tilmælum um reguler inntriv í okkara virkisgrundarlag, tað er alt heilsøluliðið, goymslurnar og detailliðið, tá er altso farið langt út um øll mørk", sigur hann.

Í sinum svarriti til Kappingareftirlitið finst Magn millum annað at talgrundarlagnum í kanningini.

Í fleiri førum verður samanborið við søluprísir aðrastaðni í heiminum, uttan at man hevur tryggjað sær, at hesir prísir er sambæriligir við teir føroysku. Eitt nú samanber Kappingareftirlitið útlendskar prísir, sum innihalda avsláttrar, beinleiðis við føroyskar prísir uttan avsláttrar.

"Grundgevingin hjá Kappingareftirlitinum er, at avsláttrarnir skulu við, tíð tað er veruligi prísurin, sum brúkarin í seinasta enda skal gjalda, sum er áhugaverdur. Tað eri eg púra samdur við teimum í, men trupulleikin er bara, at Kappingareftirlitið als ikki tekur atlit til, at eisini vit hava avsláttrar – teir verða snildisliga IKKI tiknir við í samanberingunum", staðfestir Hendrik Egholm
Hann heldur tað eisini vera beinleiðis óseriøst, tá Kappingareftirlitið tvíheldur um at viga prísirnar og kappingarstøðuna hjá føroysku oljufeløgunum upp ímóti øllum ES-marknaðinum ella Stórabretlandi heldur enn Danmark.

"Har fer ketan fullkomiliga av, tí Kappingareftirlitið krevur, at eitt oyggjaland við 49.000 íbúgvum skal hava somu prísir sum ein región við 500 milliónum", sigur stjórin í Magn.

"Vanliga samanbera vit føroyskar og danskar prísir – hóast tað búgva meira enn 100 ferðir so nógv fólk har sum her – og eisini Kappingareftirlitið brúkar vanliga Danmark sum samanberingarland, tá føroyskir prísir verða vigaðir upp ímóti útheiminum. Tí undrar tað meg stórliga, at nú skulu heilt onnur prinsipp galda, helst tí at onki er at koma eftir, um samanborið verður við danska marknaðin", sigur hann.

Hendrik Egholm leggur dent á, at serliga føroysku gassoljuprísirnir eru nógv lægri enn teir donsku, eisini eftir at skattir og avgjøld eru drigin frá. Eisini vísir hann á, at føroysku gassoljuprísirnir eru betri enn teir norsku. Og hetta er sera týdningarmikið fyri Føroyar, tí gassolja er nevniliga ein stórur partur av húsarhaldskostnaðinum hjá næstan øllum vaksnum føroyingum, sama um teir búgva í egnum bústaði ella til leigu.

"80 prosent av brennievninum, sum oljufeløgini selja, er gassolja, og av henni fara umleið 50 prosent til upphiting. Vit eru nógv bíligari enn Danmark á tí økinum, men tað verður bara ignorerað av Kappingareftirlitinum í kanningarniðurstøðuni", staðfestir Hendrik Egholm.

Við avgjøldum eru bæði bensin og disel nógv dýrari í Danmark enn í Føroyum, men eru avgjøldini ikki roknað uppí, eru føroysku prísirnir eitt vet hægri enn teir donsku. Tó so lítið hægri, at verða tey trý sløgini av brennievni løgd saman og reinsað fyri avgjøld, so eru føroysku prísirnar samanlagt framvegis nógv lægri enn teir donsku.

Bensin og disel standa bara fyri hvør sínum tíggju prosentum av allari brennievnissøluni hjá teimum føroysku oljufeløgunum.

Orsøkin til, at bensin og disel eru eitt vet dýrari, er einføld, og oljufeløgini hava ferð eftir ferð greinað hetta, millum annað eisini fyri Kappingareftirlitinum:
Føroyski marknaðurin av disel og bensini er einans 0,6 prosent av tí danska marknaðinum, og gassoljumarknaðurin er 19 prosent av tí danska.

"Føroyski bensin- og diselmarknaðurin er so evarska lítil samanborin við teir, sum til dømis Kappingareftirlitið metir okkum upp ímóti, at vit als ongar stórrakstrarfyrimunir hava. Hinvegin hevur sølan her heima lagt seg eftir einum høgum tænastustøði við einari sjálvbodnari veitingarskyldu, har tað sæð í mun til fólkatalið er sera stutt millum sølustøðirnar, og prísurin er hin sami, sama um brúkarin býr í útjaðaranum ella í meginøkinum. Nógvu og tøttu sølustøðirnar merkja millum annað, at sølunøgdin fyri hvørja sølustøð er lutfalsliga lítil, soleiðis at eindarkostnaðurin gerst lutfalsliga stórur", greiðir Hendrik Egholm frá.

"Kortini er tað so, at taka vit føroysku prísgongdina seinastu tíggju árini og samanbera hana við ta donsku, so eru bæði prísirnir á gassolju og á bensinið lækkaðir hjá okkum. Samlaða myndin yvir eitt langt tíðarskeið vísir púra greitt, at vit eru sera kappingarfør á oljumarknaðinum samanborið við Danmark, og vit kunnu skjalprógva tað", sigur Hendrik Egholm.

Eisini vísir Hendrik Egholm á, at Magn hevur prógvað, at føroysku oljuprísirnir sveiggja í takt við prísirnar á altjóða marknaðinum. Útlendskir serfrøðingar, sum vanliga arbeiða fyri kappingarmyndugleikarnar hjá EU og Stórabretlandið hava gjørt kanning um júst hetta, og brúkt altjóða viðurkend statistisk modell at kanna við. Niðurstøðan er púra greið – prísirnir í Føroyum sveiggja í takt við altjóða prísirnar.

Hartil vísir Magn-stjórin á, at greiningarnar hjá Kappingareftirlitinum av íløguavkastinum – rentabilitetinum – hjá føroysku oljuvinnuni samanborið við tað hjá fyritøkum í útlandinum, als ikki er eftirfarandi. Úrslitini eru beinleiðis skeiv, og seta íløguavkastið hjá føroysku oljuvinnuni nógv hægri, enn tað veruliga er, samstundis sum samanberingarnar við útlendskar fyritøkur eru sera ivasamar, tí greiningarmetodan er ov vánalig.

Stjórin undrast á, at Kappingareftirlitið yvirhøvur almannakunnger eina kanning, sum er so full í fakligum lýtum, at ein fullkomiliga skeiv niðurstøða stendst av hesum.

"Kanningin ber brá av, at Kappingareftirlitið hevur alt ov lítla orku og tískil ikki fær útvega sær neyðugu førleikarnar at fremja stórar og kompliseraðar kanningar sum hesa um prísirnir á brennievni. Tað er sera óheppið, og politiski myndugleikin átti at raðfest stovnin hægri, so dygdin kann garanterast. Tí vit skulu sjálvsagt hava eitt kappingareftirlit. Tað er best fyri allar partar, men minstakravið má vera, at tilfarið, tað letur úr hondum, er eftirfarandi", sigur Hendrik Egholm.

Hann leggur dent á, at Magn til fulnar kann skjalprógva sítt kappingarføri, og at felagið ikki ger sær dælt av síni duopolstøðu við at skava eyka vinning undir seg við einum órímiligum príspolitikki.

Meiri kunning kann fást við at venda sær til Hendrik Egholm, stjóra, á 237410 ella Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.. Eisini vísa vit til útgreinandi tilfar her niðanfyri. 

 

Viðkomandi og útgreinandi tilfar:

Magn tíðindaskriv 17. juni 2016

Svar til Kappingareftirlitið frá Magn juni 2016

Størstu feilirnir og veikleikarnir í kanningini hjá Kappingareftirlitinum

Fakta um føroyska oljumarknaðin

Rockets & Feathers Analysis for the Faroese Downstream Oil Market