Umhvørvisstovan hevur ongar vísundaligt haldbarar kanningar, sum sammeta hitapumpur og oljuhitaskipanir í Føroyum


Umhvørvisstovan (US) skrivar, at teirra kanningar vísa, at hitapumpur eru grønari enn oljufýringar. Umhvørvisstovan hevur aldrin gjørt vísundaligt haldbarar, sammetandi kanningar millum hitapumpur og oljuhitaskipanir í Føroyum.


Sammetingar hjá US av hitapumpum og oljuhitaskipanum eru ikki í lagi
US sammetir gamlar, ineffektivar oljuhitaskipanir við spildurnýggjar hitapumpur av besta slagi. Dømi eru um, at orkusparandi tiltøk eru gjørd á kannaðu eindunum,í kanningartíðarskeiðnum. Stutt sagt - kanningarhátturin er ikki í lagi, tí verða tølini heldur ikki í lagi.

Hetta nervar ikki Umhvørvisstovuna. Uppáhald sum "ein hitapumpa vil altíð brúka minni olju enn eitt oljufýr" verða sett fram, uttan at Umhvørvisstovan hevur sammett effektivar oljuhitaskipanir við einum brennivirði á 98-99% við hitapumpur.

Tá kanningin er skeivt gjørd, eru tøl og grafar líkamikið
US vísur á tøl frá teirra kanningum. Tey, sum hava innlit í orkukanningar síggja, at hetta eru tøl, sum hava haft til endamáls at marknaðarføra hitapumpur og elektrifisering - ikki at kanna, hvat er best fyri umhvørvið. Hesar kanningar prógva langt frá, at hitapumpur eru grønari enn effektivar oljuhitaskipanir.

Fakligt og óheft kjak á røttum staði
Magn og US eiga ikki kjakast um brennivirðir og tungmetallir í miðlunum. Ístaðin burdi US bjóðað oljuveitingarfeløgunum við í kjakið, áðrenn viðmæli, á tunnum grundarlagi, verða latin Siri Steenberg og fíggjarnevndini í hendi. Tað kann nást enn.

Gassoljan er gullrein sammett við tungoljuna
US framførir, at tað finnast evni sum nitrogenoxid og svávuldioxid í gassoljuni. Umhvørvisstovan veit fullvæl, at gassoljan er gullrein í mun til tungoljuna.

Tungoljan er bíligari enn gassoljan, tí hon er gravskitin og full í svávuli
US skrivar, at fyrimunurin við tungolju í mun til gassolju er, at tungoljan er bíligari at keypa. Orsøkin er, at tungoljan er nógv skitnari og vandamiklari enn gassoljan.

US svarar ikki uppá spurningin um svávul í føroysku náttúruni
Hevur US ongar kanningar, sum vísa svávulinnihaldið í Føroyum? Um ikki, er mín vón, at tær vera gjørdar sum skjótast, áðrenn vit umhugsa at økja tungoljudrivnu elframleiðsluna umvegis fleiri hitapumpur, og sostatt økja svávulinnihaldið í Føroyum.

Tá Umhvørvisstovan góðkendi tungoljudrivið orkuverk í Hoyvík
Eitt dømi um týdningin av, at øll orkusjónarmið verða hoyrd, er málið um, tá US góðkendi tungoljudrivna orkuverkið í Hoyvík (til fjarhitaframleiðslu). Eigarafeløgini í Hoyvíkshaganum keyptu serfrøði, ávístu týdningarmiklar feilir, og mótmæltu harðliga. Politikkarar í Havn settu hareftir bann móti tungoljuverkinum. Um politikkararnir í Havn ikki høvdu dirvi at seta seg ímóti Umhvørvisstovuni, høvdu vit í dag haft eitt tungoljudrivið orkuverk í barnaríkasta økinum í landinum - beint uppat barnagørðum, skúlum og eini ørgrynnu av húsum. Verkið hevði brent júst somu svávulríku, vandamiklu, tungolju, sum EU hevur bannað á stórum sjóøkjum rundanum okkum (sí SECA økið).

Einaræði á orkuøkinum
Eg geri nógvar feilir. Vit á Magn gera feilir, og sjálvandi ger US eisini feilir. Feilir er ikki problemið. Men tá ein almennur stovnur gerst so einaráðandi og maktfullkomin sum US er blivin, at eingin øðrvísi hugsan sleppur framat, samstundis sum politiska skipanin ikki torir at seta spurnartekin, so kunnu feilirnir fáa sera óheppnar fylgjur. Fyri at tryggja eina fakliga javnvág skulu oljuveitingarfeløgini takast við í kjakið um orkupolitikk Føroya beinanvegin.

Lobbyisma og marknaðarføring, ístaðin fyri kjak og óheft gransking
US ger sínar kanningar uttan at innlima feløg ella stovnar, sum hava holla vitan, men øðrvísi hugsan. Tá vit/tey vísa á, at kanningarnar ikki eru í lagi, velir US, ístaðin fyri at lurta (eitt sindur um ikki annað), at marknaðarføra síni sjónarmið harðliga í miðlunum. Hartil verður dugnaliga lobbyera í politisku skipanini. Eg haldi, at politikkararnir, ikki US, skulu føra politikk, og at US skal verða ein óheft ráðgevingar- og granskingareind.

Vónandi er Siri Stenberg og fíggjarnevndin nóg sterk at standa í móti lobbyismuni frá US og krevja, at veruligar sammetingar millum hitapumpur og oljuhitaskipanir verða gjørdar. Og inntil tá, lata verða við at taka avgerðir, sum viðføra størri dálking og svávulútlát í føroysku náttúruni – og stórar inntøkumissir fyri landskassan.

Eingin løggilding av hitapumpum ella verja av brúkarunum
Ofta síggja vit væl virkandi hitapumpuloysnir frá dugnaligum fyritøkum. Eisini síggja vit familjur koma sera illa fyri av vánaligum hitapumpuloysnum. Familjur, sum hava gjørt stórar íløgur í hitapumpuskipanir, men sum als ikki fáa tann hitan, tey fingu lovað – óalmindiliga lagt frá tí hitanum, US vísur á í sínum kanningum. Og tey verða slept uppá fjall, tí eingin almenn løggilding er lýst, og tí tað almenna ikki hevur vald at stýra, hvussu man kann selja og marknaðarføra hitapumpur. Hetta má eisini fáast skil á, áðrenn hitapumpulógir verða gjørdar.

Eg skjóti upp at:
• US kannar svávulinnihaldi í føroysku náttúruni, hartil hvussu nógv eyka svávul fleiri hitapumpur á elnetinum fara at viðføra. Ov hvørji árin svávulið hevur á fólk og umhvørvið
• US og oljuveitingarfeløgini samstarva um sammetandi kanningar av hitapumpum og oljufýringum, so vit fáa staðfest, hvørt orkutól dálkar mest við verandi elframleiðslu - áðrenn stuðulsskipanir til hitapumpur verða samtýktar
• At Siri Stenberg tryggjar, at øll sjónarmið verða hoyrd á orkuøkinum, áðrenn avgerðir um hitapumpur verða tiknar. Eins og Høgni Hoydal tryggjar, at allir partar í fiskivinnuni verða hoyrdir, at Siri Stenberg tryggjar, at sjúkrarøktarfrøðingarnir verða hoyrdir um broytingar í sjúkrahúsverkinum.
• Inntil verulig vitan er fingin til høldar, má bíðast við stuðuli til hitapumpur, tí vit vita snøgt sagt ikki, um tær yvirhøvur eru grønari enn effektivar oljuhitaskipanir

Hendrik Egholm, stjóri á Magn , sum síðan 1925 hevur tryggjað orku til Føroyar og føroyingar