Magn letur sølubúðirnar aftur, men bensin og diesel kann keypast 24/7

Frá hósdegnum 19. marts verða allar Magn sølubúðirnar kring landið stongdir. Hetta í eini roynd at steðga Corona smittuspjaðing.

Týdningarmikið er at leggja dent á, at hetta einans ávirkar tær vørur og tænastur, sum fáast inni í handlunum.

Tað er soleiðis eingin broyting í samband við keyp av bensin og diesel, uttan tann, at kundar okkara framyvir skulu gjalda við sjálvtøkurnar uttandura, antin við gjaldskorti ella Magnkorti.

Eisini er luftáfylling og aðrar neyðugar tænastur uttandura framhaldandi tøkar. Vit heita í sama viðfangi staðiliga á okkara kundar um at fylgja vegleiðingum við pumpur og sjálvtøkur, har mint verður á at taka atlit til hvønn annan og millum annað at nýta einnýtishandskar.

 

Ongar broytingar verða í veiting av olju og brennievni

Innflutningurin av olju til Føroya er í somu tryggu legu, sum hann altíð er, og okkara starvsfólk veita hvønn dag olju til skip, virkir og sethús, eins og vit altíð gera.

Vit skipa okkara innanhýsis arbeiðsuppgávur heilt øðrvísi, men vit veita framvegis tykkum og samfelagnum annars alt brennievni, smyrjioljuvørur og hitatænastu, sum vant. 

 

Skrivstova og goymsla stongd fyri persónligari avgreiðslu - men vit eru altíð at fáa fatur á

Eftir almennum tilmæli um at umskipa tær tænastur, sum kunnu avgreiðast, hóast hildin verður persónlig frástøða, so er okkara høvuðsskrivstova og vøruútflýggjan frá goymslum kring landið fyribils fram til 30. mars avmarkað fyri atgongd hjá viðskiftafólki. Vit arbeiða og eru tó tøk, sum alllar aðrar dagar á árinum, og tit kunnu fáa fatur á okkum umvegis telefon 34 74 00 ella á eposti Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. 

Veitingar við tangabilum, tænasta av hitaverkum, vøruveiting til privat og vinnu og Magnstøðirnar kring landið er alt partur av grundleggjandi tænastunum í okkara samfelagi, og hesar uppgávur røkja okkara starvsfólk framhaldandi ábyrgdarfult og í góðum samstarvi við tykkum viðskiftafólk. Vit takka í tí sambandi okkara viðskiftafólkum fyri, at tey eisini taka undir við og fylgja broyttu mannagongdunum fyri okkara alra besta.

 

Hvat við at nýta okkara tænastur á netinum?
 
- Bílegg olju