Vælkomin til Góman

Sum kostfrøðingur og matelskari eri eg fegin um at samstarva við Magn, við tí fyri eyga, at kunna bjóða øllum føroyingum mettandi, forvitnisligan, nýhugsandi og sansastimbrandi snarmat. 

Dentur er lagdur á at nýta góðar rávørur, kendar og minni kendar, við støði í okkara serføroyska matsiði og undirmettu grønmetisdýrgripum (og fullkorni), ið vit aloftast eta ov lítið av.

Tíðin er sanniliga búgvin til, at vit bróta upp úr nýggjum og bjóða klassisku “amerikaniseraðu” snarmatvanunum í Føroyum av! Tað snýr seg um at geva føroyingum fleiri valmøguleikar, uttan at taka teg sum kunda av ræði! Tískil eru mettandi vørurnar hjá nýggja vørumerkinum Gómin hjá Magn snikkaðar soleiðis saman, at tað trygga og siðbundna verður sett saman við spennandi smakkum, kryddum, saft, kraft og broyskni!

Stremba verður eftir at nýta føroyskar rávørur, umframt rávørur frá okkara grannalondum, og at raðfesta vistfrøði, tá tað sømir seg.

Við øðrum orðum er atlit púra natúrliga tikið at móður jørð, djórum, plantum og menniskjum.

Vælgagnist tær væl og leingi!  

 

Snorri Patursson, kostfrøðingur


Instagram

 
Vestara Bryggja 10 · FO-110 Tórshavn · Telefon +298 347400 · Fax +298 347401 · magn@magn.fo