So skjótt er tað! …. Men hesaferð varð tíbetur ongin skaði.

Tað eru hópin av epostum í umferð fyri tíðina, har ið endamálið er at fáa okkum antin at heinta onkra fílu ella til dømis at logga inn á eitthvørt. Endamálið er antin at fáa lagt eitt yvirvakingarforrit ella virus á okkara teldu ella fartelefon ella at lokka burturúr okkum login upplýsingar til teldu, sosialar miðlar, netbankar o.s.fr.

Hesar seinastu dagarnar eru fleiri dømir um, at hesir epostar síggja út til at koma frá persónum, sum vit kenna og kanska dagliga samskifta við.

Dømir um hetta eru:

”Kári Sigvardsen has shared a file with you”

“Please login to verify your Office 365 account”

Og mangt annað tílíkt.

 

FYLG ALTÍÐ HESUM RÁÐUM:

Trýst ONGANTÍÐ á leinkju ella viðhefta fílu frá nøkrum, sum tit ikki FRAMMANUNDAN vita um skuldi senda tykkum eitthvørt. Ivast tit um nakað mistonkiligt er við onkrum, sum tit móttaka, so spyr heldur avsendaran uppaftur ella KT deildina áðrenn tit trýsta á nakra leinkju ella viðhefta fílu.

 

Hava tit spurningar ella ivamál í samband við nøkrum hesum viðvíkjandi, so spyrjið endiliga KT deildina.