Føst áfylling

Um tú ynskir tað, kunnu vit ansa eftir, nær olja skal koyrast á. Ein avtala við okkum um hesa skipan virkar tí eisini sera væl saman við eini lagaligari hitakontu.

Eitt sindur um stigdagaskipanina

Ein stigdagaskipan er ein háttur at rokna seg fram til, nær olja skal latast á tangan aftur næstu ferð. Neyðugt er tí at vita tangastøddina, árligu nýtsluna, og so veðrið, sum verður kannað hvønn dag í árinum, innlisið alt eftir hita/kulda, vindi/regni, t.v.s. at jú kaldari og vindsamari veðrið er, jú størri er ársnýtslan, og so telur skipanin fleiri sokallaðar stigdagar fyri at framrokna, nær næsta oljuáfylling skal vera.

Hetta er ein skilagóður háttur at nýta, og kundin sleppur við hesum frá at hugsa um oljuáfyllingarnar.

Hitakonta

Ein hitakonta hjá okkum er ómaksleys at rokna við og skynsom fyri húsarhaldið

Tað ber til at leggja allar oljuútreiðslur saman, eisini gjald fyri hitaskipanina, soleiðis at eitt fast mánaðargjald verður útroknað at gjalda. Girukort verða send við ætlaðari upphædd, útroknað frá ársnýtslu og oljuprísi. Henda upphædd verður regulerað tvær ferðir um árið – í januar og juli, tá eisini kontuavrit verður sent saman við nýggjum girukortum.

Ein hitakonta er rentufrí, tá skuld uppstendur, men harafturímóti verður renta – svarandi til bankarentu – tilskrivað, tá ogn er á kontuni.

 

Certificates:
ISO 9001:2008
ISO 14001:2004
OHSAS 18001:2007
Achilles – JQS Qualified