Fyrimunir

Viðskiftakortið er eitt kredittkort, sum bert kann nýtast á Magnstøðunum.

Viðskiftakortið gevur tær sum nýtari hesar fyrimunir:

  • Skjótleika 
  • Kreditt
  • Neyvari útreiðslu stýring

Viðskiftakortið kann nýtast bæði av einstaklingum eins og fyritøkum, har talan eisini kann vera um at fáa kort til fleiri akfør.

Til privata nýtslu ber eisini til at fáa kort, antin til tað eina akfarið, ella til fleiri.

Kortið kann eisini nýtast til Magn-bátaanleggini, ið eru uppsett kring landið.

Tað eru 3 ymiskt sløg av Magn viðskiftakortum, ið eru snikkaði til tørvin hjá tí einstaka.

  • Viðskiftakort 1 - kann bert nýtast til brennievni
  • Viðskiftakort 2 - kann nýtast til brennievni og bilvørur
  • Viðskiftakort 3 - kann nýtast til brennievni, bilvørur og kioskvørur 

Certificates:
ISO 9001:2008
ISO 14001:2004
OHSAS 18001:2007
Achilles – JQS Qualified