Ósonn tíðindi um kostnaðin av orkuverkum

Løgmaður segði í KVF í gjár, at ein hitapumpa er bíligari í rakstri enn eitt oljuorkuverk. Tað passar ikki.

Tvørturímóti er keyp og raksturin av eini hitapumpu væl dýrari enn av einum oljuorkuverki.

Eg kenni løgmann sum ein umhugsnan, klókan og siðiligan mann, so óivað hevur hann fingið skeiva ráðgeving. Tað fær hann, tí orkukjakið í Føroyum er vorðið hálv-religiøst og ikki tengt at fakta.

Magn hevur nógvar ætlanir við grønari orku. Vit hava sett Finn Jakobsen, tekniskan stjóra á SEV, í starv tiltess at menna og realisera hesar ætlanir. Saman við SEV, Røkt og øðrum dugnaligum feløgum fara vit at menna grønu orkuna í Føroyum komandi árini. Kósin er sett, og arbeiðið er í gongd.

Men vandin er, at framtíðar almenni orkupolitikkurin verður tengdur at kenslum, marknaðarføring, og sektaristiskum holdningar hjá summun ráðgevum. Fakta hevur tað trupult í øllum marknaðar-føringsmeldrinum.

Vanligt er tað ikki góður siður at brúka pening uppá "forventet fangst". Tað er tíverri júst tað, vit eru um at gera við føroyska orkupolitikkinum. Vit tosa, sum um elorkan í Føroyum er grøn, og tá vit av og á viðganga, at elorkan fyri tað mesta verður framleidd úr tungolju, so peika vit móti framtíðini, tá alt verður grønt og gott, og so vilja vit gera stuðulsskipanir fyri 100-tals milliónir longu nú, einans baserað uppá "forventet fangst".

Fakta er, at nógv størsti parturin av elektrisiteti í Føroyum í 2016 verður framleitt av skitnari, svávulríkari og vandamiklari tungolju. Í dag verða 87% av elorkuni framleidd av tungolju! Hví tosa vit, sum um elektrisitetið í Føroyum er "grøna loysnin"? Eg haldi meg vita hví. Tí vit eru byrjað at trúgva okkara egnu marknaðarføring – vit hava sagt tað so ofta, at nú halda vit, at tað er satt.

Tí má orkukjakið tengjast meiri at fakta. Massiva PR og marknaðarføringin av verandi elorku er hvørki samfelagi ella umhvørvinum at gagni. Fyrst og fremst, lat okkum nú sannkenna, at fleiri hitapumpur í verandi stund = størri tungoljudálking. Og tungoljudálking er vandamikil. Eitt er CO2 útlátið, eitt annað er minst líka vandamikla svávuldálkingin, sum vit við hesum gleðiliga góðtaka, og vilja økja komandi árini. Gassoljan, sum oljuorkuverkini brenna, er vatn afturímóti vandamiklu tungoljuni. Hon er gullrein sammett við tungoljuna!

EU, Kina og USA hava fleiri staðni bannað tungoljuni, sum vit brenna á Sundi og í Vági. Tá sjálvt kinesarar byrja at ressast og banna tí, vit í Føroyum kalla "grøn orka", so haldi eg at vit eiga at nuancera orkukjakið. Hetta fyrst og fremst við at bjóða øðrum enn SEV við í kjakið at fremja og menna føroyska orkupolitikkin. T.d. eiga Magn, Røkt, Byggitrygd, og aðrir ørkuserfrøðingar at verða við til at staðfesta, hvussu vit grønka føroysku orkuna. Og hetta má gerast, áðrenn stuðulstiltøk fyri 100-tals milliónir verða sett í verk, við tí avleiðing, at tungoljudálkingin í Føroyum verður enn størri enn nú.

Skáltalur er góðar á ráðstevnum. Men tær vika ikki tað fakta, at í dag verða 87% av elorkuni tungoljuframleidd, og at fyri alt 2016 verða langt yvir helmingurin framleiddur av tungolju. Tó, framtíðin er grøn, og vit eru fleiri, sum arbeiða við tí endamáli at grønka Føroyar.

Hendrik Egholm, stjóri á Magn

13. oktober 2016

Certificates:
ISO 9001:2008
ISO 14001:2004
OHSAS 18001:2007
Achilles – JQS Qualified